Mpiri
更新时间:2025-05-16 13:32:36
文件格式:mp3
Eg Gleðist So Hvørt Jólakvøld - Mpiri
Lyrics by:Marie Wexelsem
Composed by:Peter Knudsen
Eg gleðist so hvørt jólakvøld
Tí Jesus føddist tá
Tá lýsti stjørnan sum ein sól
Lag sungu einglar tá
Og lítla barn í Betlehem
Tað var ein kongur bold'
Sum kom av høgu himnaborg
Á hesa neyðar fold
Nú hann nú í himmiríki býr
Tí hann Guðs sonur er
Men altíð hoyrir hann hvønn tann
Í bøn til hansar fer
Eg gleðist so hvørt jólakvøld
Vit syngja honum prís
Tá øllum smáum opnar hann
Sítt sæla Paradís
Eg gleði meg hvørt jólakvøld
Um Harran Jesus Krist
At hann av sonnum elskar meg
Tað veit eg fult og vist
Tað veit eg fult og vist